WHO: Støðan í heiminum versnar

bannari
WHO: Støðan í heiminum versnar
Í løtuni verða ein millión fólk smittað við COVID-19 um samdøgrið. Heimsheilsustovnurin rópar nú varskó
Fólk í Franklin, Tennesssee, verða kannað fyri COVID-19 herfyri. Smittan breiðir seg ógvusligt í USA í løtuni
Mynd: Savnsmynd (AP)  
 
14.07.2020 - 11:24

Føroyar hava verið koronufríar síðani 22. apríl, men heimsheilsustovnurin WHO ávarar um, at støðan heldur versnar ógvisliga enn batnar, sæð í heimshøpi.

13 milliónir fólk í heiminum hava higartil fingið staðfest koronu, og í løtuni veksur talið við einari millión um samdøgrið.

Heimurin á vandaleið

Aðalskrivarin í Heimsheilsustovninum, Tedros Adhanom Ghebreyesus, tók rívan til á einum tíðindafundi, sum varð hildin á høvuðsskrivstovuni hjá WHO í gjár.

– Lat meg siga tað, sum tað er: Í ov nógvum londum gongur tað skeiva vegin. Virusið verður verandi okkara almenni fíggindi nummar eitt. Men gerðirnar hjá nógvum stjórnum og fólkum samsvara ikki við hetta.

Orðini fullu á vikuliga fundinum, har aðalskrivarin vanliga kunnar um støðuna í heimshøpi. Sambært aðalskrivaranum í Heimsheilsustovninum, er heimurin á vandakós.

Góð kunning er lyklaorðið

– Um vit ikki halda grundleggjandi tilmælini, kann støðan bara ganga ein veg. Støðan verður verri og verri og verri, segði Tedros Adhanom Ghebreyesus.

Aðalskrivarin hjá WHO mælir stjórnunum í londunum, har koronasmittan framvegis er í umferð, um at hava greiða kunning til borgararnar og at taka støðuna í álvara.

Tað er serliga í USA og londum í Suðuramerika, so sum Brasil, at koronasmittan herjar ógvusliga í løtuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037