FM í talvi verður í august

FM í talvi verður í august
Útsetta kappingin verður annað og triðja vikuskiftið í august
FM-kappingin í talvi, sum skuldi vera á páskum, verður í august
 
19.07.2020 - 09:58

Føroyameistaraheitini í talvi fyri einstaklingar verða í Løkshøll í august. Vanliga hevur kappingin verið telvað um páskirnar, men tí forðaði korona fyri.

Nú verður kappingin í staðin hildin annað og triðja vikuskiftið í august og er sjey umfør. Tað boðar Talvssamband Føroya frá.

Landsliðsbólkurin verður mannaður av átta teimum hægst styrkismettu telvarunum, og umframt at telva um FM-heitið, telva hesir eisini um pláss á føroyska OL-liðnum og um at verða føroyska umboðið í Small Nations-talvkappingini.

FM fyri børn verður eisini

1. bólkur er mannaður av átta teimum næstu telvarunum, og restin telvar í almenna bólkinum. Eisini telva unglingar um unglingaføroyameistaraheitið. 

Óalment FM fyri børn verður fyri fyrstu ferð, og er fyri børn og ung uttan styrkistal. FM fyri veteranar, sum eru 50 ár og eldri, verður eisini hildið.

Talvsamband Føroya skipar fyri kappingunum saman við Runavíkar Talvfelag og Runavíkar Kommunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. juni
Bolero
210236
Sunnudag 28. juni
Guðstænasta í Rituvíkar kirkju
210233
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107