Ferðavinnan er komin upp í hálva ferð

Ferðavinnan er komin upp í hálva ferð
Fleiri ferðafólk síggjast í landinum
Føroyar lótu lutvíst uppaftur fyri ferðafólki 15. juni
 
27.07.2020 - 13:56

Føroyar lótu lutvíst upp fyri ferðafólki 15. juni. Ferðandi úr Danmark, Grønlandi, Íslandi, Noregi og Týsklandi kundu tá ferðast til Føroya.

Tríggjar dagar seinni boðaði danska stjórnin frá, at markið læt upp fyri øllum ES-limalondum, londunum í Schengen-samstarvinum og Bretlandi.

Ein treyt er kortini, at smittutalið í londunum er lítið  - undir 20 smittað fyri hvørjar 100.000 íbúgvar um vikuna.

Hetta hevur havt við sær, at ferðafólkatalið til Føroya er vaksið, og fleiri ferðafólk eru at síggja í føroyska samfelagnum.

Helvtin

Smyril Line sigur í dag, at ferðafólkatalið við Norrønu er gott og væl helvtin av tí, sum tað vanliga plagar at vera.

Í hotellvinnuni eru boðini tey somu. Gistingarnar eru umleið helvtina av tí, tær vanliga eru hesa ársins tíð.

Tey flestu, sum gista, eru danir, men føroyingar gista eisini á hotellunum.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065