Smitta staðfest: Dagstovnarnir í Havn lata aftur

bannari
Smitta staðfest: Dagstovnarnir í Havn lata aftur
Koronusmittan er staðfest á trimum dagstovnum í Havn. Høvuðsstaðarkommunan sendir børnini heim og letur stovnarnar aftur
 
07.08.2020 - 12:11

Allir teir 30 dagstovnarnir, sum eru undir Tórshavnar kommunu, snara lykilin og lata nú aftur. Tað hendir eftir at koronusmittan fyrr í vikuni er staðfest fleiri stovnum.

Í løtuni er koronusmittan staðfest á trimum dagstovnum í Havn. Tað váttar Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, fyri Kringvarpinum á døgurða í dag.

Dagstovnurin Lítliskógur skrivar á heimasíðuni, at stovnurin fyribils er stongdur, tí koronusmittan er staðfest á stovninum fyrr í vikuni.

Skipa fyri neyðansing

Tórshavnar kommuna hevur tí avgjørt at lata aftur allar stovnarnar í kommununi aftur. Kringvarpið veit í løtuni ikki, hvørjar aðrar dagstovnar í Tórshavnar kommunu, talan er um.

– Smittustøðan og tann ógreiða støðan ger, at vit steingja allar dagstovnarnar. Vit mugu taka hesi atlit við verandi smittustøðuni, sigur Annika Olsen við útvarpið.

Foreldur, sum hava tørv á neyðansing til børnini, mugu venda sær til kommununa, hava tey ikki møguleika at ansa børnunum sjálvi, sigur borgarstjórin í Havn.

Øll starvsfólkini kannast

Tórshavnar kommuna fer nú undir at kanna øll starvsfólkini, ið starvast innan dagstovnaøkið, til tess at tryggja, at smittan ikki (eisini) kemur inn á teir dagstovnarnar.

Annika Olsen vónar tó ikki, at foreldur senda børnini á dagstovn, soleiðis sum støðan við koronusmittuni er í løtuni, hóast kommunan skipar fyri neyðansing.

– Tað skal vera mín inniliga áheitan á øll foreldur um at hava børnini heima ella í sínum nærumhvørvi, sum kunnu ansa børnunum, sigur Annika Olsen við útvarpið.

Fyribils verða dagstovnarnir í Tórshavnar kommunu stongdir til 17. august.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650