Andstøðuleiðarin flýddur til Litava

Andstøðuleiðarin flýddur til Litava
Svetlana Tikhanouskaja, sum stillaði upp móti forsetanum í Hvítarusslandi, sigur seg hava vunnið valið
Svetlana Tikhanouskaja er flýdd til Litava. Hon góðtekur ikki úrslitið av forsetavalinum í Hvítarusslandi
 
11.08.2020 - 09:50

Andstøðuleiðarin í Hvítarusslandi, Svetlana Tikhanouskaja, er flýdd til Litava eftir forsetavalið sunnudagin, sum hon tapti fyri sitandi forsetanum, Aleksandr Lukasjenko.

Uttanríkisráðharrin í Litava váttar, at andstøðuleiðarin er komin til landið, og henni veit væl við.

Tikhanouskaja vitjaði valnendina í Hvítarusslandi í gjár, og har fekk hon at vita um úrslitið av valinum. Lukasjenko fekk um 80 prosent av atkvøðunum, og hon fekk sløk 10 prosent. Hon sigur seg ikki kunna góðtaka úrslitið, og sigur seg hava vunnið forsetavalið.

Skjól í Litava

Litava er limur bæði í ES og í NATO, og tað er ikki óvanligt, at andstøðingar í Hvítarusslandi leita sær skjól í Litava.

37 ára gamla Svetlana Tikanovskaja gjørdi av at stilla upp, eftir at maður hennara, Sergej Thikanovskij, sum ætlaði at stilla upp ímóti Lukasjenko, varð tikin.

Tá forsetavalið var av, brast ófriður á í Hvítarusslandi, serliga í høvuðsstaðnum, Minsk.

Tá lá eitt mótmælisfólk eftirá, og í ófriði í gjárkvøldið doyði eitt fólk aftrat. Hildið verður, at minst 3.000 fólk eru tikin, tí tey mótmæltu forsetavalinum, skrivar TV2.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. apríl
Eitt korter við klassiskum
206529
Mikudag 1. apríl
Skratsj 1. apríl 2026
206527
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483