Koppingarevni kann vera klárt um ársskiftið

bannari
Koppingarevni kann vera klárt um ársskiftið
Meira enn 100 fyritøkur í heilivágsídnaðinum arbeiða við at gera eitt koppingarevni fyri COVID-19
 
11.08.2020 - 06:11

Eitt koppingarevni fyri COVID-19 kann vera klárt longu um ársskiftið, men allir trupulleikar við COVID-19 sjúkuni verða ikki loystir frá fyrsta degi, eftir at eitt koppingarevni er gjørt.

Tað sigur John-Arne Røttingen, stjóri í norska granskingarráðnum, við norska blaðið, Aftenposten, á netinum.

Tekur langa tíð

Røttingen sigur, at í løtuni eru í minsta lagi seks av teimum stóru heimsfyritøkunum, ið arbeiða við koppingarevnum, í gongd við at menna eina vaksinu fyri COVID-19.

Harumframt eru meir enn 100 smærri fyritøkur, sum eisini arbeiða við at gera eitt koppingarevni, sigur Røttingen við Aftenposten.

Hann greiðir frá, at tað tekur langa tíð at menna eitt koppingarevni. Fyrst skal tað granskast á starvsstovum og síðani roynast við djórum, áðrenn tað kann roynast við fólkum.

USA longu gjørt avtalur við ídnaðin

Vanliga tekur hendan gongdin millum sjey og átta ár, men kortini er ikki óhugsandi, at vit fáa eitt koppingarevni fyri COVID-19 longu í januar - og um so er, hevur tað gingið ógvuliga skjótt.

John-Arne Røttingin vísir tó á, at sjálvt um eitt koppingarevni verður gjørt, fer tað at taka tíð hjá øllum at fáa fatur á tí. Fyrst skal vaksinan framleiðast, og so er spurningurin, hvør fær vaksinuna fyrst.

Til dømis hevur USA gjørt sáttmálar við seks ymiskar fyritøkur, sum granska í koppingarevnum. Harumframt kann roknast við, at fyrstu vaksinurnar verða gjørdar til heilsustarvsfólk og til tey, sum eru í vandabólkum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666