Myllurnar í Flatnahaga góðkendar

Myllurnar í Flatnahaga góðkendar
Magn hevur fingið umhvørvisgóðkenning til vindmyllurnar í Flatnahaga
Flatnahagi er omanfyri Havnina.
 
22.08.2020 - 11:42

Magn hevur fingið umhvørvisgóðkenning til vindmyllurnar í Flatnahaga.

Umhvørvisstovan hevur eisini góðkent umhvørvisárinsmetingina, sum Magn hevur gjørt. 

Ætlanin er at seta upp seks myllur í Flatnahaga í Suðurstreymi.

Tær eru nakað størri enn myllurnar hjá SEV í Húsahaga.

Stórar myllur

Veingjabreiðið er 82 metrar. Tornið er 78 metrar høgt.

Myllurnar kunnu gera orku, tá vindferðin er millum 2,5 m/sek. og 34 m/sek. 

Mett verður, at tær fara at gera 64 gigawatttímar um árið.

Teir svara til elnýtsluna hjá 12.000 til 15.000 húsarhaldum.

Freistin at kæra avgerðina hjá Umhvørvisstovuni um góðkenningarnar, sum Magn hevur fingið til myllurnar í Flatnahaga, er til 18.september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890