- Tíðindi, mentan og ítróttur
Halda fram at sigla til Mykinesar

Vanliga hevur Jósup steðga við siglingini 31. august, men mykinesfólk hava vilja havt eina sjóvegis farleið longri enn tað, og hetta verður nú gingið á møti, sigur Hilmar Eliasen, stjóri á strandfaraskipum landsins.
Strandferðslan hevur verið bundin av Jósupi sum avloysaraskip á øðrum leigum, men hetta fer nú at broytast nú nýggja trýkiljan kemur um ein mánað, sigur stjórin Tískil er ætlanin, at longda siglignin til Mykinesar eisini skal vera leisturin frameftir, sigur Hilmar Eliasen.
Men tað er ikki bara Mykinesfólk, sum kunnu gleða seg til fleiri túrar. Tað kunnu Svínoyingar og Fulgoyingar eisini eftir at Strandferðslan fekk eina eykajáttan til júst hesa leiðina, sigur Hilmar Eliasen



























