Landssjúkrahúsið kunnger bíðilistar

Landssjúkrahúsið kunnger bíðilistar
Bíðitíðin at koma til fyrstu viðtalu er á summum økjum nú upp ímóti tveir mánaðir drúgvari enn hon var, áðrenn korona kom
Korona hevur gjørt allar bíðilistarnar longri á Landssjúkrahúsinum
 
14.10.2020 - 09:12

Landssjúkrahúsið er nú farið at kunngera bíðilistarnar til knæskurðviðgerðir og mjadnaskurðviðgerðir. 

Sjúkrahúsverkið fór í juli undir at almannakunngera bíðilistarnar hjá útvaldum sergreinum. 

Byrjað varð í smáum, og eftir ætlan verða fleiri øki løgd aftrat so hvørt. Korona hevur gjørt allar bíðilistarnar longri.

Tveir mánaðir drúgvari

Bíðitíðin at koma til fyrstu viðtalu er á summum økjum nú upp í móti tveir mánaðir drúgvari enn hon var, áðrenn korona kom.

Barna- og ungdómspsykiatriin hevur fingið metnógvar nýggjar ávísingar í 2020, og ávirka tær bíðitíðina.

Fyri fáum árum síðani var bíðitíðin at koma til útgreiningar longri enn eitt ár.

Stór framgongd hevur verið í ortopedi, skurðviðgerðir í rygginum, eftir, at hendan sergreinin varð tikin heim. 

Í juli var bíðitíðin longri enn níggju mánaðir, nú er bíðitíðin niðri á góðum hálvum ári, sigur Landssjúkrahúsið.

ADHD

Í heyst fór Landssjúkrahúsið undir eitt átak at fáa bíðilistarnar hjá vaksnum, sum hava ADHD.

Okkurt um helmingurin av teimum 100, sum tá stóðu á bíðilista, bíða ikki longur. Men samstundis eru komnar metnógvar nýggjar ávísingar, so nú eru 141 fólk á bíðilista.

Neurologiin hevur verið eitt raðfest øki seinnu árini, og bíðitíðin er stytt úr 12 mánaðum niður í minni enn tveir mánaðir, sigur Landssjúkrahúsið. 

Bíðilistarnir síggjast her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542