Svøríki missir milliardir av njósning

Svøríki missir milliardir av njósning
Svenska fregnartænastuni mælir til skipanir, sum bæði tryggja fyritøkur og starvsfólk fyri telduálopum
Charlotte von Essen er nýggjur stjóri í svensku fregnartænastuni, Sa:po
 
14.10.2020 - 09:37

Svøríki missir hvørt ár fleiri milliardir kr., tí onnur lond njósnast í landinum. Talan er bæði um njósning á netinum og av fólki.

Tað upplýsir svenska fregnartænastan, Sa:po, sambært svensku tíðindastovuni, TT.

Njósningin hevur við sær, at kunning og vitan fyri fleiri milliardir kr, hvørt ár verður flutt úr Svøríki. Stuldurin á netinum verður framdur av nógvum ymsum pørtum.

- Vit síggja, at minst 15 lond reka slíkt ólógligt virksemi ímóti Svøríki, sigur nýsetti stjórin í Sa:po, Charlotte von Essen, við svensku tíðindastovuna, TT.

Hon leggur dent á, at Kina og Russland eru størsta hóttanin.

Torført at steðga virkseminum

Londini nýta nógvar ymsar hættir til sítt virksemi, og tí er torført at steðga virkseminum. Hon mælir svensku fyritøkunum og myndugleikunum til at økja um trygdina.

Sa:po mælir til skipanir, sum bæði tryggja fyritøkurnar og starvsfólkini fyri telduálopum.

Tað er helst heldur ikki nóg mikið, og tí er neyðugt við serligum lásaskipanum, bæði í fyritøkunum sjálvum, og eisini hjá starvsfólkunum.

- Neyðugt er eisini hjá fyritøkunum at tryggja, at starvsfólk, sum arbeiða við viðkvomum upplýsingum, eru álítandi og vilja fyritøkuni tað besta, sigur Charlotte von Essen við TT.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Mánadag 29. juni
07 Vestur basti KÍ
210264
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179