Harður jarðskjálvti í Miðjarðarhavinum

Harður jarðskjálvti í Miðjarðarhavinum
Einki er frætt um, at skjálvtin hevur kravt mannalív
Jarðskjálvtin hevur gjørt stóran skaða á bygningar, men tað er ikki greitt, um skjálvtin hevur kravt mannalív
 
30.10.2020 - 14:59

Harður jarðskjálvti var í morgun í Miðjarahavinum. 

Skjálvtin merktist fleiri staðni í Grikkalandi og Turkalandi.

Seismiski stovnurin í Europa, EMSC, upplýsir, at skjálvtin varð mátaður til 6,7, og hann rakti griksku Dokakanese-oyggjarnar.

Sambært blaðnum, ANT1, eru fleiri bygningar rapaðir, og stórar aldur skolaðu inn á strondina fyrstu minuttirnar eftir jarðskjálvtan.

Mátaður til 6,6

Turkiskir myndugleikar hava mátað skjálvtan til 6,6, og mátingar hjá amerikanska jarðskjálvta-stovninum vísa, at skjálvtin var sjey í styrki á evropeiska makro-seismiska stiganum.

Videobrot á sosialum miðlum úr turkiska býnum, Izmir, vísa, at roykur stendur upp úr bygningum.

Myndugleikarnir hava ikki váttað, um fólk og bygningar hava fingið skaða.

Miðdepilin í jarðskjálvtanum var, sambært Reuters, umleið 17 kilometrar út fyri strondini í Izmir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444