FM í fótbólti kann verða avgjørt í dag

FM í fótbólti kann verða avgjørt í dag
HB tekur ímóti TB í Gundadali, meðan KÍ spælir ímóti NSÍ við Løkin í Runavík
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.11.2020 - 13:36

Avgerðin í FM-kappingini í fótbólti hjá monnum kann falla nú seinnapartin. Tá verða dystirnir í 26.- og næstsíðsta umfari í Betri-deildini spældir.

Á Tórsvølli verður dystur millum HB og TB. Vinnur HB, eru teir føroyameistarar. KÍ er einasta lið, sum kann fáa HB aftur. KÍ spælir í dag á útivølli í Runavík móti NSÍ. 

Fyrsti dysturin byrjar klokkan 14.30. Tá spæla ÍF og AB í Fuglafirði. Klokkan 15.00 byrja tríggir dystir - HB-TB í Havn, NSÍ-KÍ í Runavík og Víkingur-B36 í Gøtu.

Fimti dysturin er í Streymnesi millum EB/Streym og Skála, og hann byrjar klokkan 17.00.

Útvarpið fer at senda frá fótbólti seinnapartin. Sendingin Bólturin byrjar klokkan 15.00. Vit hava beinleiðis frásøgn frá dystunum í Havn og í Runavík, og fylgja annars við gongdini í hinum dystunum við.

Fótbóltslandskappingin endar komandi leygardag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439