Forsetavalið í USA: Einki avgjørt enn

Forsetavalið í USA: Einki avgjørt enn
Joe Biden hevur í løtuni 220 valfólk, Donald Trump hevur 213. Hann, sum fær 270, vinnur forsetavalið
 
04.11.2020 - 06:39

Úrslitið í sjey statum framvegis ikki greitt. Tað er í Nevada, Wisconsin, Arizona, Michigan, Pennsylvania, North Carolina og Georgia.

Pennsylvania gevur 20 valfólk
Michigan 16 valfólk
Georgia 16
North Carolina 15 
Arizona 11
Wisconsin 10 valfólk
og Nevada gevur 6 valfólk

Í Wisconsin, Michigan og Pennsylvania hava myndugleikarnir boðað frá, at tað kann taka drúgva tíð áðrenn allar brævatkvøðurnar eru upptaldar.

Klokkan 6:30 í morgun vóru 64 prosent av atkvøðunum taldar, og tá var Donald Trump á odda við 650.000 atkvøðum. Hann er á odda 56,6 prosentum og Biden hevur 42,1 prosent av atkvøðunum higartil í Pennsylvania. 

Biden heldur seg vera á "rættari leið"

Eftir at at telja allar brævatkvøðurnar. Trump hevur vunnið næststørsta statin, Texas. 81 prosent av atkvøðunum eru upptaldar, og Trump er á odda við 5,7 prosentstigum. Texas gevur 38 valfólk.

Biden sigur heldur seg vera á røttu leið at vinna valið. Tað segði hann í talu tíðliga í morgun føroyska tíð í Wilmington í Delaware, har hann hevur fylgt við uppteljingini.

Tað eru hvørki eg ella Trump, ið skulu siga, hvør er vinnari; tað er amerikanska fólkið, segði Joe Biden. Men Biden var ikki liðugur við talu sína, áðrenn Trump svaraði aftur á Twitter.

Trump kemur skjótt við fráboðan

Vit eru greitt á odda, men tey royna at stjala valið. Vit fara ongantíð at lata tey gera tað. Tað kann ikki atkvøðast eftir at atkvøðukassarnir eru stongdir, skrivar Trump á Twitter fyri løtu síðani. 

Hann ávarar samstundis um, at hann skjótt fer at koma við eini fráboðan. Twitter hevur fjalt seinna partin av tweetinum hjá Donaldi Trump um, at Joe Biden og hansara fólk royna at stjala valið. 

Twitter skrivar, at "nakað ella alt innihaldið í hesum tweetinum er ikki í lagi, og kann vera villleiðandi kunning um, hvussu tú fert á val ella ert við í øðrum samfelagstilgongdum".

 

 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Twitter viðmerkir boð frá forsetanum. Síðstu nátt viðmerkti Twitter aftur, tá Trump skýrdi avgerðina hjá hægstarætti fyri vandamikla, at lata sving-statin, Pennsylvania, telja upp sínar atkvøður eftir forsetavalið.

Trump hevur fleiri ferðir undan valinum roynt at sáa iva um skipanina við brævatkvøðum, sum hann heldur elva til valsvik.

Men serfrøðingar hava víst aftur, at brævatkvøður, sum verða senda við posti, elva til valsvik. Donald Trump hevur eisini sagt fleiri ferðir, at hann fær at síggja, um hann vil góðtaka valúrslitið um hann tapir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424