- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanna framvegis eldáseting
Kanna framvegis eldáseting
Løgreglan kannar framvegis bæði málini um eldáseting í einum dagstovni í Havn.

07.11.2020 - 13:42
Løgreglan kannar framvegis bæði málini um eldáseting í dagstovninum, Lítliskógur, í eysturbýnum í Havn.
Onnur eldásetingin var 30. juli og hin 19. september.
Heri Andreasen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni, sigur, at kanningar eru í gongd, og tey hava funnið spor.
Sporini eru send til nærri kanningar, men svar er ikki komið um allar royndirnar.
Men higartil er eingin slóð at elta.
Løgreglan vil framvegis frætta frá øllum, sum hava sæð okkurt har í økinum kring dagstovnin, sum tey halda kann hava samband við málini.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























