Kvinnur í meiriluta í fimm kommunum

bannari
Kvinnur í meiriluta í fimm kommunum
Í øllum hinum kommununum eru fleiri menn enn kvinnur í kommunustýrinum
Talið á kvinnum, ið eru valdar í bý- og bygdaráðini hesaferð, samsvarar rættiliga væl við talið á kvinnuligum valevnum
 
12.11.2020 - 11:07

Í fimm av teimum 29 kommununum í Føroyum eru fleiri kvinnur enn menn í nývalda kommunustýrinum. Í øllum hinum kommununum eru fleiri menn enn kvinnur í kommunustýrinum.

Kommunurnar, sum hava meirilutan av kvinnum, eru Tvøroyrar kommuna, Fugloyar kommuna, Hvannasunds kommuna, Tórshavnar kommuna og Vestmanna kommuna.

Í Tvøroyrar kommunu eru fýra kvinnur og tríggir menn. Í Tórshavnar kommunu eru sjey kvinnur og seks menn. Vestmanna kommuna hevur fýra kvinnur og tríggir menn.

Menn stýra í stóran mun kommununum

Fugloyar kommuna hevur tvær kvinnur og ein mann í bygdaráðnum. Og Hvannasunds kommuna er tann kommunan, sum hevur lutfalsliga flestar kvinnur í bygdaráðnum. Har eru fýra kvinnur og ein maður.

Nógv tær flestu kommunurnar hava fleiri menn enn kvinnur í kommunustýrinum. Tríggjar kommunur hava bara menn í kommunustýrissessunum. Tær eru Skúvoyar kommuna, Fámjins kommuna og Sjóvar kommuna.

Í Fámjin stillaðu ongar kvinnur upp til valið hesaferð. Í Skúvoy var ein kvinna á listanum, men í Sjóvar kommunu vóru knapt 32 prosent av valevnunum kvinnur. Kortini eydnaðist tað ongari at fáa nóg mikið av atkvøðum til ein sess í kommunustýrinum.

Samband millum talið á uppstillaðum og valdum

Tað eru eisini aðrar kommunur, sum hava sera lítla kvinnuumboðan í kommunustýrinum eftir valið. Taka vit tær kommurnar, har kvinnurnar eru millum 0 og 30 prosent av kommunustýrislimunum, eru hesar tilsamans 11 í tali íroknað Skúvoy, Fámjin og Sjóvar kommunu, sum onki kvinnuumboð hava.

Hinar eru í Fuglafirði, á Nesi, í Hvalba, Skálavík, Kunoy, á Viðareiði, í Sørvági og so í Sunda kommunu. Í Sunda kommunu er kvinnuliga umboðanin í kommunustýrinum nú bara níggju prosent. Talið á kvinnuligum valevnum har var tó 21 prosent.

Annars kann sigast, at talið á kvinnum, ið eru valdar í bý- og bygdaráðini hesaferð, samsvarar rættiliga væl við talið á kvinnuligum valevnum. 34,6 prosent av valevnunum eru kvinnur, og 35,7 prosent av nývaldu bý- og bygdaráðslimunum eru kvinnur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120