Nú kunnu bara átta savnast í Svøríki

bannari
16.11.2020 - 15:38
AktueltÚtheimurin
Nú kunnu bara átta savnast í Svøríki
Talið á smittaðum er nógv vaksið seinastu tíðina
Stefan Løfven, forsætisráðharri, boðaði frá herdur tiltøkunum í Svøríki á tíðindafundi seinnapartin
 

Í Svøríki herða myndugleikarnir nú reglurnar fyri at koma saman í bólkum. Í næstum kemur ein skipan í gildi sum ásetir, at í mesta lagi átta fólk kunnu vera savnað í bólki á almennum støðum.

Í dag er markið 50 fólk.

Skipanin verður sett í verk fyri at avmarka koronusmittuna. Nýggju reglurnar verða settar í verk um eina viku, og skipanin verður galdandi í fýra vikur, skrivar danska kringvarpið.

Svenski forsætisráðharrin, Stefan Løfven, boðaði frá herdu reglunum á einum tíðindafundi, sum hann helt á netinum.

Nærum 6.000 tilburðir

Orsøkin til nýggja átakið er at talið á smittaðum er nógv vaksið seinastu tíðina.

Seinasta samdøgrið eru staðfestir 5.990 nýggir smittutilburðir í Svøríki, og 42 fólk eru deyð av sjúkuni.

Svensku myndugleikarnir heita á fólk um ikki at hava samband við fólk, sum tey ikki eru í húsi saman við. Eisini verður heitt á sviar um helst ikki at fara í handlar, listasøvn og bókasøvn og tílíkt. Og teir skulu helst ikki ferðast óneyðuga til aðrar landspartar.
 

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. januar
Jambalaja 160121
119016
Leygardag 16. januar
Morgunlestur leygardagur 16. januar 2021
118608
Fríggjadag 15. januar
Óhoyrt
118999
Fríggjadag 15. januar
Nón 15. januar 2021
118998
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 13. januar
Mentanarvirðislønir landsins 2020
118890
Mánadag 11. januar
3-2
118764
Mánadag 11. januar
Í luftini við Raske Drenge
118754
Sunnudag 10. januar
Andakt við Jens Bech
118703