ES keypir koppingarevni frá Moderna

bannari
ES keypir koppingarevni frá Moderna
Sambært sáttmálanum kann ES keypa upp í 160 milliónir skamtir
Moderna er eisini við í kapprenningini um at gera koppingarevni fyri koronu
 
24.11.2020 - 14:55

ES-nevndin fer í morgin at góðkenna sættu avtaluna um at keypa koppingarevni fyri koronu.

Talan er um biotøknifyritøkuna Moderna, sum eisini hevur ment eitt koppingarevni, og sum evropeiski heilivágsstovnurin, EMA, kannar í løtuni.

Usula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, sigur, at sambært sáttmálanum kann ES keypa upp í 160 milliónir skamtir av koppingarevni frá Moderna.

Heilivágsstovnurin EMA skal góðkenna koppingarevnini. Og verður vaksinan hjá Moderna góðkend, fáa øll ES-londini hana í senn.

Forkvinnan í ES-nevndini segði í síðstu viku, at tað er ikki óhugsandi, at EMA fer at góðkenna fyrstu koppingarevnini í seinnu helvt av desember. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454