Nýggja politilógin í gildi á nýggjárinum

Nýggja politilógin í gildi á nýggjárinum
Rættartrygdin verður styrkt, tá nýggja politilógin kemur í gildi, sigur løgmaður
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.11.2020 - 07:23

Nýggja politilógin fyri Føroyar er nú lýst, og hon kemur í gildi á nýggjárinum. Lógin, sum nú er galdandi, er frá 2004.

Sambært løgmanni verður rættartrygdin styrkt, tá nýggja politilógin kemur í gildi. Við nýggju lógini verður greitt ásett, hvørji stig politiið kann taka fyri at tryggja, at skil og rættlag valdar.

 >> SÍ EISINI Politilógin verður broytt

Hetta merkir, at grundleggjandi meginreglurnar, sum politiið skal halda, tá tað eitt nú gerst neyðugt at brúka hund, piparsproyt ella pistól, verða ásettar í lóg, segði løgmaður, tá hann í vár legði fram uppskotið um ríkislógartilmæli um nýggju politilógina. 

Yvirskipaða endamálið er at fáa eina nýggja og tíðarhóskandi lóggávu um virksemið hjá politinum í Føroyum. Við lógini fær politiið í Føroyum eisini eitt greiðari grundarlag at virka á, segði løgmaður.

Lógin um fregnartænastuna hjá politinum, Politiets Efterretningstjeneste, PET-lógin, kemur eisini í gildi í Føroyum á nýggjárinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087