Frakland linkar smittuverjutiltøkini

bannari
Frakland linkar smittuverjutiltøkini
Landið fer at slaka hesa vikuna, so til dømis handlar og leikhús kunnu lata uppaftur til jóla, og familjur aftur kunnu savnast
Matstovur, kaffistovur og skeinkistøð í Fraklandi eru fyribils latin aftur til 20. januar. Hendan myndin er frá í summar, tá opið var
 
25.11.2020 - 08:46

Tað boðaði franski forsetin, Emmanuel Macron, frá í gjárkvøldið, sambært Reuters tíðindastovuni.

Macron segði, at tað ringasta av næstu bylgjuni av koronusmittuni nú var farin aftur við og at smittuverjutiltøkini vera slakað í trimum stigum fram til jóla.

Matstovur fyribils stongdar til 20. januar

Macron legði tó aftrat, at tey mugu gera alt fyri at fyribyrgja einari triðu smittubylgju, og tí skulu matstovur, kaffistovur og skeinkistøð framvegis verða afturlatin. Fyribils til 20. januar.

Umfatandi avmarkingarnar vórðu settar í verk í Fraklandi síðst í oktober fyri at steðga vaksandi smittugongdini. Tað hevur nú elvt til, at færri fólk nú aftur vera innløgd vegna koronusmittu.

Tað skrivar tíðindastovan hjá Reuters, men forsetin, Emmanuel Macron, hevur eisini verið undir trýsti frá handilsvinnuni sum óttast húsagangir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mikudag 16. september
Eitt korter við klassiskum
213339
Mikudag 16. september
Disney mótmælti ikki Disneyland After Dark
213203
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221