WHO: Brúkið andlitsmasku á jólum

bannari
WHO: Brúkið andlitsmasku á jólum
Heimsheilsustovnurin hjá ST mælir nú evropearum til at brúka masku, tá ið fólk savnast um høgtíðina
 
17.12.2020 - 07:57

Um tað ber til, mælir World Health Organization eisini til, stovnurin til, at jólini verða hildin uttandura. Tað skrivar beretska kringvarpið, BBC.

– Tað kann tykjast løgið at bera masku og halda frástøðu saman við vinum og familju, men tað hevur stóran týdning fyri trygdina og heilsuna hjá øllum, skrivar WHO. 

Óttast eina nýggja bylgju

Orsøkin er høga smittutalið í fleiri evropeiskum londum, og at vandi er fyri, at ein nýggj koronubylgja kann skola yvir heimspartin tíðliga í 2021. 

Fráboðanin hjá WHO kemur um somu tíð sum Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, hevur boðað frá, at limalondini fáa koppingarevnið áðrenn ein vika er farin.

Hetta er ein vika áðrenn upprunaliga mett varð. Talan er um koppingarevnið hjá Pfizer/BioNTech, sum er sama evni, ið verður brúkt í Onglandi og Kanada.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. november
Jambalaja - 211126
216767
Leygardag 21. november
Upp á tá - 201126
216763
Fríggjadag 20. november
Vikuskiftið 20 nov 2026
216752
Fríggjadag 20. november
LEITISSTEIN 20.11.2026 (Linda Andrews)
216750
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592