Kunngerðin um nýggja Als-gjaldið lýst

Kunngerðin um nýggja Als-gjaldið lýst
Inngjaldið lækkar og útgjaldið hækkar á nýggjárinum
Fíggjarstøðan hjá Als nú so góð, at skipanin klárar eitt arbeiðsloysi, sum er átta prosent í 12 samfeld ár
 
23.12.2020 - 09:30

Kunngerðin um, at inngjaldið í Als lækkar á nýggjárinum, er lýst.

Inngjaldið lækkar 0,25 prosentstig, úr 1,25 prosentum niður í eitt prosent.

Lækkingin er gjørd í samráði við Als-stýrið.

Inngjaldið hevur verið 1,25 prosent síðani 2012, tá tað fór úr einum upp í 1,25 prosent.

Útgjaldið hækkar

Men útgjaldið hækkar. Tað hevur løgtingið samtykt.

Útgjaldið fer úr 75 prosentum upp í 80 prosent av lønini. 

Hægsta útgjaldið hækkar samstundis úr 17.500 krónum upp í 18.500 krónur um mánaðin.

Sambært Als-stýrinum er fíggjarstøðan hjá Als nú so góð, at skipanin klárar eitt arbeiðsloysi, sum er átta prosent í 12 samfeld ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120