Norðmenn gevast at stuðla Herberginum

Norðmenn gevast at stuðla Herberginum
Frelsunarherurin og Almannamálaráðið hava gjørt avtalu um, at føroysku myndugleikarnir yvirtaka stuðulin
 
28.12.2020 - 16:47

Norðmenn gevast nú við at lata fíggjarligan stuðul til Herbergið í Havn. Avtala er gjørd millum Frelsunarherin og Almannamálaráðið um, at føroyskir myndugleikar stigvíst yvirtaka stuðulin til Herbergið í Havn næstu árini.

Yvirtøkan fer at taka fimm ár, og 700.000 krónur eru settar av á fíggjarlógini fyri næsta ár. Tað sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum.

Tað verður framvegis Frelsunarherurin, sum kemur at standa fyri Herberginum. Tí er einans talan um, at Føroya Landstýri fer at veita stuðulin framyvir heldur enn Frelsunarherurin í Norra.

Hoyr meira í útvarpstíðindunum klokkan 18.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101