- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fimm fólk smittað
Fimm nýggir koronutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Tríggir tilburðir eru partur av smittuketum, sum Landslæknin fylgir. Tveir persónar eru komnir til Føroya úr útlondum, og fingu staðfest smittuna við kanning á flogvøllinum. Øll eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.
Í gjár vórðu 1517 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar.
Tilsamans hava nú 610 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 547 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 63 persónar smittaðir í løtuni.
Ein persónur er í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna



























