Skotland letur aftur

bannari
Skotland letur aftur
Myndugleikarnir stúra fyri, at heilsuverkið verður ovbyrjað av koronusjúklingum, verða eingi stig tikin
 
04.01.2021 - 17:07

Skotland letur aftur á midnátt í kvøld. Tað boðaði fyrstiráðharrin, Nicola Sturgeon, skotska tinginum frá seinnapartin.

Samstundis kemur ein lóg í gildi, um at fólk skulu halda seg innandura allan januar. Tað skrivar Sky News. Flestu skúlar lata eisini aftur.

– Eg geri ikki av, tá eg sigi, at eg hava stúrt fyri støðuni, sum vit nú eru í, síðani í mars í fjør, segði Nicola Sturgeon í røðu síni fyri skotska tinginum.

Verandi tiltøk muna ikki nóg væl

Sturgeon segði, at støðan við nýggja frábrigdinum av COVID-19-virusinum, sum varð staðfest í Bretlandi herfyri, ger, at tiltøkini, sum longu eru sett í verk í Skotlandi, muna ikki nóg væl.

– Tað er umráðandi, at vit forða smittuni at breiða seg, og at vit fáa tamarhald á støðuni, meðan vit koppseta fyri koronu, segði Nicola Sturgeon.

Tí heldur hon, at neyðugt er lata Skotland aftur fyribils - eins og gjørt varð í mars í fjør. Myndugleikarnir í Skotlandi stúra fyri, at verða eingi stig tikin, verður heilsuverkið ovbyrjað av koronusjúklingum næstu vikurnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096