Bretland letur nú aftur

bannari
Bretland letur nú aftur
Bretska sjúkrahúsverkið hevur ikki verið undir so stórum trýsti sum nú, sigur forsætisráðharrin
Løtumynd frá Regent Street í vestara partinum í London á jólum. Nú letur Bretland aftur
Mynd: AP (26.12.2020)  
 
05.01.2021 - 07:21

Í beinleiðis sjónvarpsrøðu í gjárkvøldið segði forsætisráðharrin í Bretlandi, Boris Johnson, at fólk í landinum skulu halda seg innandura.

Flestu skúlar lata eisini aftur, og tey, sum kunnu, skulu arbeiða heima. Støðan við nýggja frábrigdinum av COVID-19-virusinum er álvarsom.

Bretska sjúkrahúsverkið hevur ikki verið undir so stórum trýsti sum nú, segði forsætisráðharrin í røðuni í gjárkvøldið.

Stjórnin hevur broytt hugsan

Stjórnin hevur annars hálsað um. Tí í síðstu viku segði Boris Johnson, at børn og ung skuldu aftur í skúla eftir jólafrítíðina.

Avbjóðingin var ikki í skúlunum, segði hann tá. Nú heldur forsætisráðharrin, at tað er neyðugt at lata samfelagið aftur fyribils.

 >> SÍ EISINI Skotland letur aftur

Í Skotlandi boðaði fyrstiráðharrin, Nicola Sturgeon, frá í gjár, at Skotland letur aftur. Júst sum landið gjørdi í mars í fjør.

Eisini í Skotlandi stúra myndugleikarnir fyri, at verða eingi stig tikin, verður heilsuverkið ovbyrjað av koronusjúklingum næstu vikurnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083