Holland byrjar loksins at koppseta

bannari
Holland byrjar loksins at koppseta
Sum tað seinasta landið í ES, byrjar landið at koppseta fyri koronu í dag
Heilsustarvsfólk í Hollandi gera koronukanningar. Nú byrjar landið loksins at koppseta fólk
Mynd: AP (savnsmynd)  
 
06.01.2021 - 07:06

Holland er tískil eftirbátur á hesum økinum, og fleiri fólk í landinum eru sera ónøgd við støðuna, skrivar DR.

– Myndugleikarnir drálaðu alt ov leingi við at fáa eina kanningarskipan at virka í fjør. Og nú eru vit tað allar seinasta landið í ES, sum byrjar at koppseta, og tað er sera ørkymlandi.

Tað sigur Marco Visser, sum er ein av teimum, ið hevur funnist at stjórnini í landinum. Samanborið við onnur lond í Evropa, so er Holland langt aftanfyri.

Flestu ES-londini byrjaðu á jólum

Týskland, Slovakia og Ungarn byrjaðu at koppseta 26. desember, og flestu onnur lond í ES byrjaðu at koppseta 27. desember. Belgia byrjaði tó 28. desember.

Fyrstu føroyingarnir vórðu koppsettir 30. desember. Men Holland byrjar ikki fyrr enn í dag. Stjórnin í Hollandi sigur seg ikki hava verið fyrireikað, og tí hevur tað gingið so leingi.

 >> SÍ EISINI Nýtt koppingarevni verður nú góðkent

DR skrivar, at stjórnin í Hollandi hevði væntað eitt annað koppsetingarevni enn tað frá Pfizer og BioNTech. Tí var stjórnin ikki fyrireikað at skulu goyma koppingarevnið í 70 kuldastigum.

Fyrstu fólkini í Hollandi, sum verða koppset, eru fólk, sum starvast á einum ellis- og røktarheimi. Holland hevur verið hart rakt av farsóttini, og higartil eru 850.000 fólk í landinum smittað við COVID-19.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083