Torført at fáa skotskan fisk á ES-marknaðin

Torført at fáa skotskan fisk á ES-marknaðin
Lastbilar noyðast at bíða upp í fýra tímar við ES-markið, og eingin vissa er fyri, at fiskurin sleppur á ES-marknaðin, siga skotsk fiskivinnufeløg
Skotskir fiskimenn lata illa at, nú Bretland er farið úr ES. Teir siga seg ikki hava vissu fyri, um fiskurin frá teimum yvirhøvur sleppur á ES-marknaðin
 
08.01.2021 - 09:44

Skotska fiskivinnan er longu farin at merkja, at Bretland um ársskiftið fór endaliga úr ES. Tað er vorðið nógv truplari og dýrari hjá skotskum fiskavørum at koma inn á ES-marknaðin, og nú heitir samtakið, Scottish Seafood Association, á fiskimenn um at avmarka sína veiðu.

Sagt verður, at lastbilar við fiskavørum mugu bíða upp í fýra tímar við markið til ES, og eingin vissa er fyri, at fiskavørurnar sleppa inn á ES-marknaðin, sigur Scottish Seafood Association sambært tíðindasíðuni bloomberg.com.

Skotskir fiskaútflytarar senda vøruna gjøgnum Ongland til Fraklands og haðani inn á ES-marknaðin. Útflytarar siga, at teir hava roynt at sent smáar nøgdir til Fraklands og Spania fyri at royna nýggju skipanina. 

Tríggjar dagar ella meira

Og har tað fyrr tók ein dag at koyra fiskavørur út til kundar, tekur tað nú tríggjar dagar ella upp aftur meir - um vøran yvirhøvur kemur fram.

Ein annar trupulleiki er, at fiskavørur, sum skulu flytast inn í ES, krevja eitt nú veiðiváttanir og heilsuskjøl frá einum djóralækna. Og í løtuni eru ov fáir djóralæknar, sum kunnu geva heilsuváttanir, verður sagt.

Tað krevur óneyðuga bíðitíð, og í eini vinnu, har tað ræður um at halda vøruna so feska sum tilber, merkist tað skjótt, um tað gongur ov long tíð at fáa vøruna út á marknaðin.

Bretska fiskimannafelagið, NFFO, sigur, at óvissan merkist eisini á søluni av skotskum fiskavørum. Keyparar í ES kenna seg ikki vísar í at fáa vøruna í nóg góðari tíð, og velja tí at keypa frá øðrum veitarum, sigur NFFO.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012