Kaikanturin er liðugur, men útbyggingin heldur á

Kaikanturin er liðugur, men útbyggingin heldur á
Sjóvar kommuna fer at nýta 17 milliónir krónur til havnarútbyggingina á Hulki
Artur Johansen er borgarstjóri í Sjóvar kommunu
 
11.01.2021 - 15:41

Nú er liðugt at stoypa hamaran - kaikantin - á havnarlagnum á Hulki á Strondum. 

MRCC boðar tí frá, at siglingarávaringin, sum hevur verið galdandi frá Langanesi á Strondum til bygdina á Skála, er nú avlýst.

Siglingarávaringin hevur verið galdandi síðani hálvan september í fjør. 

Ikki liðug

Havnarútbyggingin á Hulki er tó ikki liðug enn. Millum annað skal tekniskur útbúnaður leggjast í bryggjuna. Artur Johansen, borgarstjóri, veit ikki enn, nær útbyggingin verður liðug, kanska verður tað ikki fyrr enn á páskum, heldur hann.

2.000 fermetrar av bryggjuplássi vera á Hulki aftrat. Eisini er sprongt norðan fyri Vaðhorn, og har fær kommunan eitt vinnuøki upp á 2.000-3.000 fermetrar aftrat.

Sjóvar kommuna fer at brúka næstan 17 milliónir krónur til havnarútbyggingina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098