Ríkisrættarmálið byrjar í februar

Ríkisrættarmálið byrjar í februar
Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, verður ákærdur fyri at eggja til uppreistur við Kongressina
Donald Trump er fyrsti amerikanski forsetin, ið skal fyri ein ríkisrætt tvær ferðir
 
24.01.2021 - 09:35

Ríkisrættarmálið móti nú fyrrverandi amerikanska forsetanum, Donald Trump, byrjar aðru vikuna í februar. Tað sigur leiðarin í lóggávutinginum, demokraturin Chuck Schumer, sambært tíðindastovuni, Ritzau.

Leiðarin í lóggávutinginum leggur afturat, at ákærurnar móti Donald Trump longu verða sendar lóggávutinginum fyrst í næstu viku.

Tað gevur Donald Trump og hansara starvsfólkum umleið tvær vikur at fyrireika verjuna áðrenn ríkisrættarmálið byrjar. Fleiri demokratar vildu annars, at ríkisrættarmálið skuldi byrja skjótast tilber, so Trump kann ábyrgdast.

Næsta ríkisrættarmálið móti Trump

Donald Trump er ákærdur fyri at eggja til uppreistur við Kongressina 6. januar, tá hansara viðhaldsfólk trokaðu seg inn í bygningin, og fimm fólk lótu lív.

– Vit mugu leggja hetta aftur um okkum, og tað kunnu vit bara, um sannleikin kemur fyri dagin, sigur Chuck Schumer.

Hetta er tað næsta ríkisrættarmálið móti Donald Trump. Hann varð í februar í fjør frítikin í eini tíð, tá Republikanarnir høvdu meirilutan í lóggávutinginum.

Tveir triðingar mugu atkvøða fyri

Tá varð hann ákærdur fyri at hava trýst forsetan í Ukraina til at leggja seg úti amerikanska valstríðið, tá Joe Biden og sonurin, Hunter, skuldu granskast nærri.

Ólíkt fyrra ríkisrættarmálinum móti Donald Trump, sita nú 50 senatorar frá hvørjum flokki í lóggávutinginum. Demokratarnir hava tepran meiriluta, tí varaforsetin, Kamala Harris, hevur avgerandi atkvøðuna.

Skal Trump verða funnin sekur í lóggávutinginum, krevst at tveir triðingar atkvøða fyri, at hann er sekur. Hetta merkir, at minst 17 republikanarar skulu atkvøða fyri at døma Donald Trump, um allir demokratarnir gera tað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096