Danmark leingir tiltøk til 28. februar

bannari
Danmark leingir tiltøk til 28. februar
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, hevur tíðindafund um koronustøðuna klokkan 17
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, kunnar um koronustøðuna í dag, og hon fer at boða frá, at tiltøkini verða longd
 
28.01.2021 - 15:44

– Stjórnin hevur gjørt av, at leingja avmarkingarnar til 28. februar, sigur framsøgufólkið hjá Vinstra í heilsumálum, Martin Geersten. Hann hevur verið á fundi við heilsumálaráðharran, Magnus Heunicke, og løgmálaráðharran, Nick Hækkerup, skrivar DR.

Klokkan 17 fer Mette Fredriksen, forsætisráðharri, at hava tíðindafund, har hon fer at kunna nærri um støðuna.

Avmarkingarnar eru millum annað, at handlar og hárfríðkanarstovur og onnur skulu hava stongt, matstovur og kafé'ir kunnu bara selja út úr húsinum, og ikki er loyvt fleiri enn fimm fólkum at savnast.

Lesandi, næmingar á miðnámsskúlum og elstu næmingarnir í fólkaskúlunum skulu framvegis vera við hús.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435