- Eg hugsaði altíð, at tað var mín skyld

- Eg hugsaði altíð, at tað var mín skyld
Alt tað, sum Julia minnist, hevur pápi hennara drukkið illa.
 
28.01.2021 - 08:21

Julia er einabarn og hevur altíð búð saman við mammu og pápa sínum.

Líka síðan Julia var smágenta, hevur rúsdrekka verið ein stórur partur av lívi hennara. Tí alt tað hon minnist, hevur pápi hennara drukkið illa. 

 

- Rúsdrekka hevur altíð verið ein nátúrligur partur av gerandisdegnum. Tá eg var yngri visti eg ikki, at pápi mín hevði ein trupulleika, men jú eldri eg bleiv, jú meira byrjaðu hansara trupulleikar at ávirka meg og mítt lív. 

 

”Eg minnist, hvussu eg plagdi at telja øl-fløskurnar í køliskápinum"

 

Tá Julia byrjaði at blíva eldri, merkti hon, at heima hjá teimum var tað øðrvísi enn heima hjá hennara javnaldrum. 

 

- Eg minnist, hvussu eg plagdi at telja øl-fløskurnar í køliskápinum. Tá eg vitjaði mínar vinkonur, føldi eg, hvussu annarleiðis tey livdu. Pápi teirra gjørdi døgurða og hjálpti teimum við skúlatingum. Heima hjá okkum lá babba ofta og svav. Tað var mamma, sum tók sær av døgurðanum. Og eg dugi væl at síggja, at hetta eisini hevur ávirkað mammu nógv. Hon hevði ikki altíð orku til mín. Eg møtti ofta upp í skúla uttan at hava gjørt skúlating. Eingin minti meg á at gera tey, og ábyrgdin var av tí sama mín egna. Men eg var bara eitt barn.

 

“Eg royndi at fjala trupulleikan hjá babba"

 

Henni dámdi ongantíð at hava vinfólk við heim. Julia skammaðist og ynskti at fjala trupulleikan. Kenslan av skuld, ábyrgd og einsemi var eiheldur nakað, ið Julia tosaði um.

 

- Eg tók sjáldan vinfólk við heim. Eg ræddist, at tey skuldu leggja til merkis, at pápi mín var øðrvísi enn teirra. Eg royndi at fjala trupulleikan hjá babba. Eg vildi ikki tosa um tað og segði ongantíð, at babba ofta drakk øl. Men eg føldi meg einsamalla. Eg helt meg vera tann einasta í øllum heiminum, sum hevði tað so.

 

“Eg minnist, at eg ræddist hann viðhvørt, hóast eg visti, at hann elskaði meg"

 

Sum einabarn kendi Julia seg ofta einsamalla. Fyri hana var tað trupult at fortelja vinkonunum um trupulleikan heima. 

 

- Eg blívi ofta kedd, tá ið eg hugsi um mína fortíð. Babba svav øgiliga nógv, og tá ið hann hevði drukkið nógv, dámdi hann væl at tosa hart. Eg minnist, at eg ræddist hann viðhvørt, hóast eg visti, at hann elskaði meg.

 

Sum ung minnist Julia, at hon ofta hugsaði um, hví tað var júst hennara familja, sum varð rakt av rúsdrekkatrupulleikum.

Hon hevði óteljandi spurningar, men hon tordi ongantíð at spyrja um hjálp.

 

- Eg hugsaði altíð, at tað var mín skyld. Eg visti ikki, hví babba dámdi so væl at drekka. Hetta var heldur ikki nakað, sum vit tosaðu nógv um heima, og tí helt eg eisini, at hetta var vanligt. Eg hevði ofta hug til at spyrja mammu um ymiskt, men tað var ein ræðandi og óbehagilig kensla, sum onkursvegna forðaði mær. Eg valdi tí at skumpa mínar spurningar og kenslur til síðis.

 

“Tað føldist sum ein hurlivasi innan í mær"

 

Dagligdagurin heima við hús fylgdu Juliu, tá hon fór heimanífrá, og Julia hevði torført við at hugsavna seg í skúlanum. Tað bleiv trupult at fylgja við, og Julia føldi seg ofta aftanfyri hini.

 

- Eg hevði tað sera trupult í framhaldsdeildini. Støðan heima við hús ávirkaði meg so mikið nógv, at eg gloymdi at raðfesta skúlan. Tað føldist sum ein hurlivasi innan í mær. Eg fekk ikki frið, og eg minnist væl, at eg hataði tankan um at skula heim aftaná skúla

 

Hurlivasin innan í Juliu varð orsøkin til, at hon heldur brádliga ein dagin spurdi mammu sína um støðuna.

 

- Eg minnist, hvussu nógva øði eg hevði innan í mær. Eg hataði at koma heim. Eg tímdi ikki at vera heima, og eg hugsaði ofta, at alt var mín skyld. Eg hugsaði, at babba ikki helt meg vera nóg góða, og tí helt eg, at tað var mín skyld, at hann drakk so illa. Eg fór altíð beint inn í kamarið, tá eg kom heim. Mamma plagdi onkuntíð at fylgja aftaná mær. Eina ferð valdi eg so at spyrja mammu, hví babba altíð drakk so nógv. Hon bleiv kløkk og kedd, men hon hevði einki greitt svar. Hetta, at babba drakk illa, var bara nakað, sum var blivið nátúrligt heima hjá okkum.

 

Spakuliga byrjaðu hon og mamman at práta um støðuna, og Julia fekk fyri fyrstu ferð møguleika fyri at seta orð á sínar kenslur. 

 

“At seta orð á, hevur verið tað besta fyri meg"

 

Tað gekk so við og við upp fyri Juliu, at svarið upp á, hví júst pápi hennara hevði slíkan trupulleika, ikki var tað týdningarmiklata.

Tað, sum var umráðandi, var opinleikin. Og tað hjálpti at tosa við tey nærmastu.

 

- At seta orð á hevur verið tað besta fyri meg. Tá ið eg fekk sett orð á mína vreiði, føldi eg ein lætta. Eg merkti veruliga, at eg brádliga ikki stóð so einsamøll við tí heila. Eg lærdi meg eisini at tosa við mínar vinkonur, tá eg var kedd. Tær skiltu meg væl.

 

Eitt barn, sum veksur upp í einum heimi, har rúsdrekka fyllir nógv, følir ofta, at tað er teirra skyld. Soleiðis var eisini hjá Juliu. Hon føldi ofta, at tað var henni, tað var galið við.

 

- Eg hugsaði altíð, at tað var mín skyld. Eg gav mær sjálvari skyldina fyri, at babba drakk. Nú, tá eg eri blivin tað eldri, dugi eg væl at síggja, at hetta ikki passar. Eg havi altíð havt eitt gott forhold til pápa mín, men hansara trupulleiki var ikki mín ábyrgd.

 

“Tað gekk upp fyri mær, at skuldarkenslan er afturvendandi hjá fleiri"

 

Nú Julia er blivin eldri, hevur hon lættari við at seta orð á, hvussu hon hevði tað sum barn.

Trupulleikin hjá pápanum hevur ávirkað hana nógv, men í dag er lættari at góðtaka, at hon einki fær gjørt.

 

- Eg havi gingið hjá sálarfrøðingi, sum hevur hjálpt mær at fáa greiðu á allari vreiðuni, sum eg havi havt innan í mær, frá tí eg var barn. Tað gekk upp fyri mær, at skuldarkenslan er afturvendandi hjá fleiri børnum, sum vaksa upp í slíkum trupulleikunum. Einsemiskenslan hvarv eisini eitt sindur, tá eg fann útav, at eg ikki var einsamøll við hesum trupulleika.

 

“Hurlivasin innan í mær føldist sum eitt puslispæl, sum aldrin gekk upp"

 

Í dag minnist Julia aftur á barndómin sum eitt puslispæl. Hon føldi ofta, at tað manglaðu fleiri brikkar, sum hon royndi at leita eftir. Men nú dugir hon væl at síggja, at hetta er ein ómøgulig ábyrgd at átaka sær, tá man bara er eitt barn. Tá ið hon lærdi seg at góðtaka, at hon sum avvarðandi einki fekk broytt, gjørdist tilveran lættari.

 

- Eg fekk ongantíð puslispælið at ganga upp. Tað var altíð okkurt, sum manglaði. Viðhvørt var tað skúlin, og aðrar tíðir vóru tað vinirnir. Hurlivasin innan í mær føldist sum eitt puslispæl, sum aldrin gekk upp.

 

 

“Tað er altíð ókey at seta orð á tínar kenslur og tankar"

 

Sum avvarðandi ynksir tú ofta at fjala, broyta og taka ábyrgdina á tínar herðar. Hetta er ein uppgáva, sum sambært Juliu er ógjørlig. Hennara ráð eru tí, at við opinleikanum kemur tú longst.

 

- Fyri meg hevur tað altíð verið trupult at sett orð á tingini. Men eg havi lært meg at tosa við míni nærmastu. Tað er ikki tín ábyrgd at broyta ella fjala trupulleikan heima við hús. Tað er í lagi at tosa opið um tað, tí hetta hjálpir tær veruliga sum avvarðandi. Tað eru fleiri, sum eru í somu støðu sum tú, og tú noyðist ikki at skammast. Tað er altíð ókey at seta orð á sínar kenslur og tankar.

 

Julia er dulnevni. Høvundurin av greinini kennir navnið á kelduni

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. juni
Morgunlestur leygardagur 22. juni 2024
176802
Fríggjadag 21. juni
RagnarRokk 20.juni 2024
176048
Fríggjadag 21. juni
Vikuskiftið 21 juni 2024
177095
Fríggjadag 21. juni
EM-tíðindi: 21. juni 2024
177079
Fríggjadag 21. juni
Morgunlestur fríggjadagur 21. juni 2024
176801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. juni
Veðrið - teknmálstulkað
177106
Fríggjadag 21. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
177105
Fríggjadag 21. juni
Veðrið
177099
Fríggjadag 21. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
177073
Mikudag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
176988