Vindmyllur hótta fuglin

Vindmyllur hótta fuglin
Vindmyllulundin í Klivaløkshaga á Sandi kann fáa neilig árin á búfuglin
26.07.2024 - 19:35

Umhvørvisstovan hevur góðkent umhvørvisárinsmetingina, sum SEV hevur gjørt um vindmyllulundina í Klivaløkshaga á Sandi.Vindmyllurnar kunnu fáa neilig árin, serliga á búfuglin í økinum, sigur metingin. SEV ætlar seta  upp fimm, seks ella sjey myllur í Klivaløkshaga vestan fyri Sands bygd. 
Økið á Sandoynni er sum okkara Amazonas, sigur Silas Olofson, fuglaserkønur um staðsetingina av vindmyllu-lundini í Klivaløkshaga á Sandoynni. 

Ríkasta økið í Føroyum

 Silas Olofson peikar á økið í Klivaløkshaga og nevnir tað eitt tað ríkasta í Føroyum. 

-  Eftir minum tykki er hetta kanska ríkasta økið í føroyum, tá tað kemur til fugl. Bæði gæs og hagafugl. Hetta er eitt avbera ríkt fuglaøki, sigur Silas Olofson.

- Eg hevði viljað kunnað givið eitt sovorðið øki viðari til míni børn, abbabørn og eftirkomarar, fyri at vísa hvørji fuglasløg vit hava. Heldur enn bara at sija: Ja, tá eg var ungur, sá eg hesi fuglasløgini her, men nú eru tey horvin!

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Fríggjadag 24. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211230
Hósdag 23. juli
RagnarRokk 23.juli 2026
209735
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098