- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýtt á KVF Ljóð: Tey stóru tøkini
Nýggj røð í trimum partum verður at hoyra í útvarpinum í august. Røðin, sum ber heitið "Tey stóru tøkini", er tó longu tøk á KVF Ljóð nú, tú hoyrir hana her.
Í sendingini verða trý týdningarmikil varðveitingarverdug fornminni umrødd: Einahandilin í Klaksvík, Hvalastøðin við Áir og Tinganes.
Í fyrsta parti verður tosað við Herleif Hammer, stjóra á Tjóðsavninum. Herleif nemur eitt nú við týdningin, ið mentanararvurin hevur fyri okkum sum land og fólk, og hvønn týdning tað hevur, at vinnulívið aðrastaðni hevur grunnar, sum lata munandi upphæddir, tá talan er um mentanararv. Dømi um hetta eru Maersk Grunnurin, Nordea Grunnurin og Realdania. Í somu sending vitja vit Einahandilin í Klaksvík, har ið Andras Sólstein, leiðari á Norðoya Fornminnissavni, millum annað sigur okkum søguna um Einahandilin í Klaksvík og tann týdning, ið hann fekk fyri menningina av vinnu- og handilslívinum í Norðoyggum og pørtum av Eysturoynni.
Hvalastøðin við Áir er evnið í øðrum parti, og tá verður tosað við Óluvu Klettskarð, Helga Jacobsen, Ulf Ingemar Gustafsson og Herleif Hammer.
Tinganes er evnið í triðja og seinasta partinum. Sagt verður frá um teir ymisku bygningarnar og nakað av tí virksemi, sum hevur verið í Tinganesi. Og tað er saman við Tórolvi Weihe, savnsarkitekti.
Stuttrøðin verður eisini at hoyra í útvarpinum. Fyrsta sendingin verður á skránni týsdagin 13. august klokkan 17:05 og tær kunnu eisini hoyrast her longu nú