Sverri undan innleiðandi: Ætlar sær pláss á innastu breytunum

Sverri undan innleiðandi: Ætlar sær pláss á innastu breytunum
Sverri Sandberg Nielsen ætlar sær so góð úrslit sum gjørligt í innleiðandi umførunum, fyri at fáa pláss á innastu breytunum seinni. Keðiligt veður kann nevniliga órógva illa
Sverri Sandberg Nielsen rør í OL fyri aðru ferð. Í 2021 fekk hann fjórða plássið í Tokyo
Mynd: roning.dk  
 
27.07.2024 - 00:21

Sverri Sandberg Nielsen rør fyri at vinna, tá innleiðandi umførini fyri einskullarar er á skránni leygarmorgunin. 

Honum nýtist ikki neyðturrviliga at leggja so nógv fyri, tá hann møtir rógvarum úr Paraguay, Hong Kong, Bulgaria og Ungarn - tríggir av fimm fara í fjórðingsfinalurnar - men góð úrslit tíðliga kunnu koma miðvinginum til góðar seinni.

Veðrið hevur verið svikaligt leingi, og tí kann tað gerast ein fyrimunur at liggja á mittastu breytunum. 

 - Vit hava fyrireika okkum upp á, at tað nokk skal koma í hvussu er ein róður, har tað verður keðiligt veður, segði Sverri Sandberg Nielsen.

 


Stórur partur av danska OL-róðrarhópinum tosaði við miðlarnar fríggjadagin í Le clos de la Pomponnette, har millum annað Sverri Sandberg Nielsen heldur til. MYND: roning.dk

 

Soleiðis var eisini fyrsta dagin, tá bátarnir vórðu pakkaðir út, men síðan hevur veðrið skikkað sær væl - munandi betur enn væntað.

 - Teir seinastu dagarnir hevur tað sæð gott út, og tað sær eisini út til, at tað verður gott veður teir næstu dagarnir, men nú fáa vit at síggja, segði Sverri Sandberg Nielsen.

 - Men eg vænti, at tað kann vera ein fyrimunur at liggja rætt á hesum róðrarbananum, so planurin er at koma væl frá byrjan og royna at fáa tær bestu plaseringarnar sum gjørligt, so at eg verið lagdur inn á tær bestu breytirnar.

 

Ryggurin argar

Tað er ikki bert veðrið, sum argar sterka føroyska rógvaran, sum kappast í Olympisku leikunum fyri aðru ferð. Á venjingarlegu í Portugal hevur Sverri Sandberg Nielsen fingið ilt í ryggin og hevur róð munandi minni enn ætlað av tí sama.

 - Eg havi ikki ordiliga verið í bátinum teir síðstu átta dagarnir nú. Eg havi róð átta kilometrar upp á átta dagar, so eg havi verið tvær ferðir á vatninum, segði Sverri Sandberg Nielsen.

 - Vónandi eri eg komin yvir tað, og kann rógva frítt í morgin (leygardag, red.), og so fáa vit at síggja, hvussu tað gongur.

 

1687775
 
 

Ólavsøkukrydd

Fyri trimum árum síðan róði Sverri Sandberg Nielsen sjálva finaluna ólavsøkudag, og føroyingar í túsundatali á Kongabrúnni í Havn sóu miðvingin missa bronsuna mestsum á mállinjuni. 

Hesa ferð verður ein møgulig finala ikki fyrr enn 3. august, men føroyski rógvarin vónar at rógva fjórðingsfinalu ólavsøkudag, og soleiðis krydda føroyingum tjóðarhátíðina.

 - Munnu fólk ikki kunna savnast og hyggja at eitt sindur av OL-kappróðri, meðan tey halda ólavsøku, segði Sverri Sandberg Nielsen.

Miðvingurin rør í sætta umfari í morgin, og sambært ætlanini verður tað umleið klokkan 9:00 føroyska tíð. Kringvarpið bloggar beinleiðis frá innleiðandi róðrinum hjá Sverra Sandberg Nielsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. desember
Men tað hendi...
201510
Mikudag 24. desember
Jólaheilsanir 2025
201955
Mikudag 24. desember
Morgunlestur mikudagur 24.desember 2025
201877
Týsdag 23. desember
Jól á Quiztinum 2025
201760
Týsdag 23. desember
Eitt korter við kórsangi
201893
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. desember
Jól við Løkin 2025 (1:2)
201869
Hósdag 25. desember
Jól við Løkin 2025 (2:2)
201872
Hósdag 25. desember
Margreta
201861
Týsdag 23. desember
Veðrið
201933
Týsdag 23. desember
Palli Halaleysi
201935