ST-aðalskrivarin fordømir kvettið í Myanmar

ST-aðalskrivarin fordømir kvettið í Myanmar
Joe Biden, forseti, sigur, at USA er ímóti øllum ætlanum, sum broyta úrslitið av tjóðartingsvalinum í Myanmar í heyst
ST-aðalskrivarin, Antonio Guteres, er millum teirra, sum fordøma hernaðarkvettið í Myanmar
 
01.02.2021 - 08:59

ST-aðalskrivarin, Antonio Guterres, fordømir nú statskvettið í Myanmar, og heitir á partarnar um at halda seg frá harðskapi og at virða mannarættindini.

Hann sigur eisini, at kvettið er ein dyggur smeitur fyri demokratisku nýskipanirnar í Myanmar.

Fleiri ríkisleiðarar í vesturheiminum fordøma eisini kvettið.

Seta tiltøk í verk

Joe Biden, amerikanski forsetin, sigur sambært Reuters, at USA er ímóti øllum ætlanum, sum broyta úrslitið av tjóðartingsvalinum, og forða fyri demokratisku gongdini. 

Talskvinnan í Hvítu húsunum, Jen Psaki, segði eisini, at USA fór at seta tiltøk í verk móti teimum, sum hava skipað fyri kvettinum.

Danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod, fordømir eisini kvettið í Myanmar og sigur, at hernaðarstýrið eigur at lata politisku fangarnar leysar í stundini.

Hann leggur aftrat, at eitt grundleggjandi demokratiskt prinsipp er, at herurin er undir sivilum stýri.

Grannalond ikki so hvassorðað

Men nøkur av grannalondunum hjá Myanmar eru tó ikki so hvassorðað.

Varaforsætisráðharrin í Thailandi, Prawit Wongsuwan, segði við tíðindafólk, at tað, sum nú hendir í Myanmar, eru viðurskifti innanríkis, sum onnur ikki skulu leggja seg útí.

Nakað tað sama søgdu umboð fyri Kambodja og Filipsoyggjar, skrivar Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985