Sámiskur tjóðardagur

Sámiskur tjóðardagur
Í dag 6.februar er sámiskur tjóðardagur.
Farvurnar í sámiska flagginum eru eitt nú súmbol fyri tey fýra londini, ið sámar búgva í
 
06.02.2021 - 09:22

Í dag 6.februar er sámiskur tjóðardagur. 

Sámar hava ikki eitt sjálvstøðugt land, men økið, har sámarnir søguliga hava hildið til, verður nevnt Sápmi. 
Sápmi er 400,000 ferkilometrar, og fevnir um sera stóran part av serliga Norðurnorra og Norðursvøríki, men eisini um stór økir í Norðurfinnlandi og Russlandi.

Í 100 ár, frá umleið 1850, var almenni norski politikkurin, at sámarnir skuldu assimilerast í norska samfelagið. Tað vil siga, at teir skuldu gerast líka sum norðmenn. Hesin politikkur verður nevndur "fornorskningspolitikken", og hevði millum annað við sær, at sámiskt mál varð forboðið í skúlanum heilt til 1950- og 60-árini. 

Í 1956 var eitt sáma-ráð sett á stovn, og síðani hevur verið arbeitt fyri at varðveita og menna sámiska mentan og mál. Í 1989 varð Sámatingið stovnað í Norra, sum skal styrkja politiska leiklutin hjá sámum og tryggja sámum rættvísa viðferð.

ST hevur viðurkent sámar sum uppruna fólkaslag. Hetta gevur sámum rætt at varðveita og menna teirra handverk, mál, útbúgving, reindýrahald, siðvenjur og samleika.

Sámating eru í Finnlandi, Noregi og Svøríki. Tingini hava ráðgevandi leiklut. 

Tingini hava saman arbeitt við at fáa ein felags norðurlendskan sáttmála fyri at styrkja teirra leiklut sum eitt minnilutafólkaslag, og so tey kunnu fáa størri ávirkan á viðurskifti, ið eru viðkomandi fyri sámar. Sáttmálin er framvegis ikki viðurkendur av norðurlendsku mynduleikunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328