Krevja íslendskt mál í Disney-filmum

Krevja íslendskt mál í Disney-filmum
Íslendski mentamálaráðharrin hevur skrivað stjóranum í Walt Disney bræv
Íslendski mentamálaráðharrin vil hava íslendska talu og tekst á Disney-stroymingartænastuna
 
08.02.2021 - 10:00

Íslendski mentamálaráðharrin, Lilja Døgg Alfreðsdóttir, hevur sent stjóranum í Walt Disney, Bob Chapek, bræv, har hon heitir á hann um at endurskoða avgerðina um, at íslendsk tala ikki er eitt tilboð á stroymingartænastuni fyri filmar.

Í brævinum vísir Lilja Døgg Alfreðsdóttir á, at íslendska málið er kjarnin í íslendsku mentanini og samleikanum, skrivar Morgunblaðið.

- Tað kann ikki góðtakast, at ein risastór fyritøka sum Walt Disney, ikki bjóðar íslendska talu og undirtekst í stroymingartænastuni, skrivar Lilja Døgg á facebook-vanga sínum.

Íslendski sjónleikarin, Jóhannes Haukur Jóhannesson, gjørdi um vikuskiftið vart við hetta í einum boðum á Twitter.

Hava tilfar í varðveitslu

Hann vísti á, at íslendskir sjónleikarar í fleiri áratíggju hava lisið inn íslendska talu til tilfar hjá Disney, og at Disney hevur bæði ljóðtilfarið og umsetta undirtekstin í varðveitslu. 

Tí skuldi tað verið ómakaleyst hjá felagnum at gjørt tilfarið tøkt.

- Okkara tungumál er kjarnin í mentanini og samleikanum hjá okkum, skrivar Lilja Døgg í brævinum til Bob Chapek. 

- Vit arbeiða hart fyri, at serliga børn og ung kunnu varðveita málið, sum í gerandisdegnum er undir stórum trýsti frá øðrum málum, í mestan mun enskum. Vit meta, at holl vitan um móðurmálið hevur avgerandi týdning fyri persónligu menningina hjá børnum og fyri útbúgving og førleikan at málbera seg og koma við hugskotum. Tí góður førleiki í íslendskum máli hevur avgerandi týdning fyri íslendska ungdómin og framtíð hansra, skrivar Lilja Døgg Alfreðsdóttir, ráðharri í mentamálum, í brævi til stjóran.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713