Hálv millión fólk deyð av koronu í USA

bannari
Hálv millión fólk deyð av koronu í USA
USA er eisini tað landið í heiminum, har flest fólk eru skrásett at vera deyð av koronu
500.000 fólk eru deyð av koronu í USA, og 28 milliónir fólk eru smittað
 
22.02.2021 - 09:16

Ein hálv millión fólk eru nú deyð av koronu í USA, eftir at farsóttin hevur gjørt um seg í eitt ár. Tað skrivar Washington Post.

Tøl frá Johns Hopkins Universiteti vísa tó, at talið ikki er komið rættiliga upp á 500.000 enn. 

Fleiri enn 28 milliónir smittað

Nýggjastu tølini frá universitetinum í Baltimore, sum eru komin í morgun, siga, at 498.883 fólk eru skrásett at vera deyð av koronu í USA. Fleiri enn 28 milliónir fólk eru smittað.

USA er eisini tað landið í heiminum, har flest fólk eru skrásett at vera deyð av koronu. Fimta hvørt fólk í heiminum, sum er skrásett at vera deytt av koronu, er úr USA.

Ein hálv millión fólk er meira enn tað, sum búgva í Kansas City. Nærum líka nógv fólk búgva í Atlanta og Sacramento.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860