1.300 skamtar koma fríggjakvøldið

bannari
1.300 skamtar koma fríggjakvøldið
6.816 fólk eru nú koppsett, tey flestu hava enn bara fingið fyrra prikið
451 fólk vórðu koppsett í gjár
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.02.2021 - 14:31

Í gjár vórðu 451 fólk koppsett. Koppsett var á bústovnum í Suðuroynni og á Landssjúkrahúsinum. 18 fólk fingu fingu fyrra prikið, og 433 fingu vórðu koppsett seinnu ferð, skrivar corona.fo

Nú eru tilsamans 6.816 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 4.190 hava fingið fyrra prikið. 2.523 hava fingið seinna prikið, og eru liðugt koppsett.

Nú verður ein stuttur steðgur í koppsetingini, meðan bíðað verður eftir meira koppingarevni.

Eftir ætlan kemur ein nýggj sending við umleið 1.300 skamtum til Føroya fríggjakvøldið, og so verður koppsetingin tikin uppaftur fyrst í næstu viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040