Fáa dagpening eitt ár aftrat

Fáa dagpening eitt ár aftrat
Lógin um dagpening fyri at fara í sóttarhald verður longd, og sambært lógini er sóttarhald javnsett við sjúku
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna, hevur skotið upp fyri tinginum at leingja lógina um dagpening fyri at fara í sóttarhald
 
24.02.2021 - 08:35

Fólk á privata arbeiðsmarknaðinum, sum fara í sóttarhald, fáa eisini dagpengar komandi árið.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýrikvinna, hevur biðið um, at lógin, sum annars skuldi fara úr gildi nú 1.mars, verður longd til 1.februar næsta ár, tí korona er ikki liðug enn.

Sambært lógini verður sóttarhald javnsett við sjúku.

Eingin sólsetursáseting var í lógini, tá hon var í tinginum í fjør. Men Trivnaðarnevndin setti 1.mars 2021 í lógina. 

Fólk á privata arbeiðsmarknaðinum, sum skulu í sóttarhald, fáa dagpengar.

Kostað níggju mió. kr.

Ikki ber til at siga enn, hvussu nógv skipanin kostar landskassanum.

Fólk, sum eru í sóttarhaldi í tvær vikur, 10 arbeiðsdagar, kosta landskassanum 9.600 kr., 960 kr. um dagin.

Lógin hevur higartil, frá mars í fjør til hálvan februar í ár, kostað níggju mió. kr. 

Meira enn helvtin fór fyrstu mánaðirnar eftir, at korona kom til Føroya.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360