Lesandi uttanlands kunnu fáa 100.000 kr. í stuðli

Lesandi uttanlands kunnu fáa 100.000 kr. í stuðli
Nú verður allur kostnaður fyri at lesa í Póllandi goldin, tí har er skúlagjaldið farið upp í 90.000 krónur
Nú verður skotið upp at hækka lestrarstuðulin til teirra, sum lesa uttan fyri norðurlond
 
08.03.2021 - 09:12

Fólk, sum lesa í øðrum londum enn norðurlondum, fáa størri studning sambært lógaruppskoti, sum er lagt fyri løgtingið.

Uppskot er um at broyta lógina um lestrarstuðul, so fólk fáa í mesta lagi 100.000 krónur um árið í staðin fyri 80.000 krónur.

Skúlagjaldið er hækkað nógv seinastu árini. Nú verður allur kostnaður fyri at lesa í Póllandi goldin, tí har er skúlagjaldið farið upp í 90.000 krónur.

Hækkingin er mett at kosta hálva millión um árið.

Kann krevja stuðul aftur

Uppskot er eisini um aðrar broytingar. Studni skal kunna krevja stuðul aftur, um treytirnar fyri at fáa stuðul ikki eru hildnar.

Álagt verður skúlum at boða Studna frá, um næmingar ikki koma í skúla og ikki lata inn uppgávur, ella fara til próvtøkur.

Tey eiga ikki at fáa stuðul, stendur í lógaruppskotinum. Hetta er serliga ætlað skúlum, har sum næmingar ikki hava møtiskyldu.

Studni skal kunna gjalda føroyskum næmingum í United World College Red Cross Nordic í Noregi stuðul.

Skal standa í lógini

Næmingar har fáa kortini stuðul úr Føroyum, men tað stendur ikki í lógini nú. Heimildin datt úr lógini um gymnasialar miðnámsútbúgvingar í 2012. Nú skal heimildin fáast í lógini um lestrarstuðul.

Skotið verður eisini upp at javnseta næmingar, sum eru í miðnámsútbúgving sum liður í norðurlendskum samstarvi, ið lutvíst er staðsett í Føroyum, við aðrar miðnámsskúlanæmingar í Føroyum.

Hetta fer at kosta slakar 330.000 krónur um árið, eru næmingarnir tíggju í tali.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. januar
Morgunlestur týsdagur 13.januar 2026
202442
Mánadag 12. januar
Slutur fyri ein slatur í januar
202522
Mánadag 12. januar
Morgunlestur mánadagur 12.januar 2026
202440
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429