Norðurlendsk flogfeløg í turbulensi

Norðurlendsk flogfeløg í turbulensi
Ferðafólkatalið hjá fleiri norðurlendskum flogfeløgum var í februar líka so lítið sum tá koronukreppan rakti tey
Afturgongdin hjá fleiri norðurlendskum flogfeløgum var stór í februar
 
09.03.2021 - 05:22

Ferðafólkatalið hjá SAS, Norwegian og Finnair var í februar so lítið, sum tað ikki hevur verið síðani apríl og mai í fjør, tá koronukreppan av álvara rakti flogfeløgini.

Afturgongdin hjá flogfelagnum, Norwegian, var í februar í ár 96,1 prosent í mun til februar í fjør, vísa tølini hjá flogfelagnum.

Komandi tíðin verður trupul

Eisini hjá hinum báðum norðurlendsku flogfeløgunum var afturgongdin í februar mánað í ár stór í mun til februar í 2020.

Hjá Finnair var minkingin í ferðafólkatalinum 91,6 prosent, og hjá SAS var afturgongdin 89,3 prosent í februar í ár samanborið februar í fjør.

Komandi tíðin verður trupul hjá norðurlendsku flogfeløgunum, hóast onkrir glottar hómast, sigur ein greinari við heimasíðuna check-in.dk

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194