Nummar eitt og tvey bresta saman í 1. umfari

Nummar eitt og tvey bresta saman í 1. umfari
Leygardagin spæla NSÍ og KÍ stórsteypadyst á Tórsvølli og vikuskiftið eftir hittast somu lið í 1. umfari í landskappingini við kvinnum
KÍ var sterkast í fjør, og Sanna Svarvadal tók ímóti í lands- og steypakappingini
Mynd: Bjarni Enghamar/FSF  
 
11.03.2021 - 11:05

Leygardagin spæla greipuvinnararnir úr KÍ og nummar tvey í landskappingini í fjør, NSÍ, stórsteypadyst á Tórsvølli.

Somu lið hittast við Djúpumýru í 1. umfari í landskappingini vikuskiftið 20. og 21. mars. 

Tvey nýggj lið eru í Betrideildini við kvinnum í ár. Tey eru AB/B71, sum vann næstbestu deildina í fjør, og 07 Vestur.

AB/B71 byrjar á útivølli móti EBS/Skála og 07 Vestur fær vitjan av HB í 1. umfari.

Fjórði dysturin verður í Havn har Víkingur vitjar B36. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817