Útlátið sum í 1964

Útlátið sum í 1964
Útlátið av veðurlagsgassum minkaði munandi í fjør, tí flutningurin var nógv minni enn undanfarnu árini
 
15.03.2021 - 08:35

Ein meting vísir, at útlátið av veðurlagsgassum í fjør minkaði sjey prosentstig. Sambært eini uppgerð hjá ES, var útlátið í ES á sama stigi sum tað var í 1964. Í USA var útlátið av veðurlagsgassum á sama stigi sum í 1987.

Fyrrverandi ST-stjórin, Svein Tveitdal, sigur við NRK, at heimsins lond ikki eiga at seta nógvu ferðina á aftur, tá korona hasar av, men eiga at nýta lækkingina í veðurlagsgassum til at menna nýggjar orkukeldur.

– Eg vóni, at vit við verandi gongd fara at hugsa meir um útlátið, og nýta pengar uppá at fáa grøna orku til vega, sigur Svein Tveitdal.

Í Noreg verður nú selt 70 prosent minni av brennievni til flogfør, enn tað varð selt fyri einum ári síðani, skrivar norska kringvarpið, NRK.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890