Í dag byrjar besta kvinnudeildin

Í dag byrjar besta kvinnudeildin
Í dag verður hol sett á kappingarárið í bestu deildini.
Føroyameistarnir frá í fjør KÍ byrja kappingina í ár á heimavølli ímóti nummar tvey í fjør NSÍ
Mynd: facebook.com/kíkvinnur  
 
20.03.2021 - 13:28

Í ár eru átta lið í kappingini, sum byrjar í dag.
Hetta er fyrstuferð, at so nógv lið eru í kappingini síðan 2013, tá eisini átta lið vóru í bestu deildini hjá kvinnum. 
Tvey nýggj lið eru at síggja í kappingini í ár: 07Vestur og AB/B71. 
Júst hesi bæði liðini skulu í eldin í dag. 
Kl.15.00 tekur 07Vestur ímóti HB á Dungasandi í Sørvági og kl.14.00 er hitt nýggja liðið á vitjan á Skála hjá EBS/Skála. 

Hinir báðir dystirnir eru í morgin kl.15.
Føroyameistarnir úr KÍ taka ímóti nummar tvey frá í fjør NSÍ, og í Havn tekur B36 ímóti Víkingi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815