Danir fáa svar um radaran fríggjadagin

Danir fáa svar um radaran fríggjadagin
Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur ráðført seg í Uttanlandsnevndini fyrrapartin
Jenis av Rana, landsstýrismaður, fer fríggjadagin at senda donsku myndugleikunum svar um ætlaða radaran á Sornfelli
 
24.03.2021 - 11:45

Danska stjórnin fær svar um eftirlitsradaran fríggjadagin.

Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, eftir at hann fyrrapartin hevur ráðført seg í Uttanlandsnevndini hjá løgtinginum.

Danska stjórnin hevur spurt føroyingar, um ein radari kann byggjast á Sornfelli.

Eftir ráðførsluna fyrrapartin væntar Jenis av Rana at fáa eitt skrivligt svar frá Uttanlandsnevndini seinni í dag ella í morgin, og við støði í tí fer hann at orða eitt svar til donsku stjórnina.

-Tað svarið verður sent til stjórnina fríggjadagin, sigur landsstýrismaðurin.

Jenis av Rana vil einki siga um, hvat hann fer at svara dønum. Tað má bíða, til svarið er orðað.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655