Erla Kongsdóttir aftur í sigling um Nólsoyarfjørð

Erla Kongsdóttir aftur í sigling um Nólsoyarfjørð
Siglt verður eftir somu ferðaætlan, sum Ternan hevur siglt eftir
Erla Kongsdóttir fer nú aftur í sigling um Nólsoyarfjørð
 
26.03.2021 - 14:26

Erla Kongsdóttir fer nú aftur í sigling um Nólsoyarfjørð.

Hon byrjar siglingina sunnumorgunin.

Erla Kongsdóttir siglir eftir somu ferðaætlan, ið Ternan hevur siglt, og fer at sigla eftir, sigur Strandferðslan.

Vilja hava somu fráferðartíðir

Orsøkin til, at Erla Kongsdóttir fer at sigla eftir ferðaætlanini hjá Ternuni er tann, at ferðafólk vilja hava somu fráferðartíðir úr Nólsoy fyri at verða í Havn og í Nólsoy til eitt nú skúla- og arbeiðsbyrjan, umframt at náa býarbussarnir í Havnini. 

At ferjurnar nú sigla eftir somu ferðaætlan, hevur við sær, at Erla Kongsdóttir fer at sigla færri túrar, so manningin kann halda lógarásettu hvílitíðina, sigur Strandferðslan.

Ein nýggj ferðaætlan er gjørd fyri Erlu Kongsdóttur, og hon verður send til hoyringar eftir páskir. 

Ferðaætlanin hjá Erlu Kongsdóttur á páskum er eisini tann sum hjá Ternuni.

Dregur út

Ætlanin var, at Ternan skuldi fara aftur í sigling í páskavikuni, men klassingararbeiðið dregur út, og nú er greitt, at hon fer ikki sigling aftur fyrr enn í fyrsta lagi eftir hálvan apríl, upplýsti Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, í tinginum í vikuni. 

Ferðaætlanin um Nólsoyarfjørð sæst her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025