Takið um at fara

Takið um at fara
Ringa veðrið hevur við sær, at takið á bygninginum hjá Sandgrevstur er loysnað
 
05.04.2021 - 12:04

Takið á Sandsgrevstur sunnan fyri Nyk er um at loysna. Tað váttar løgreglan, sum hevur givið Skalafjarðar sløkkiliði boð um hetta. Hvussu ring støðan er á bygninginum, veit løgreglan ikki at siga, men vísir til Skálafjarðar sløkkilið. Tað er ikki eydnast okkum at fáa eina viðmerking frá Sunleivi Højgaard, átaksleiðara hjá Sløkkiliðnum. 

 

Dagført: 

- Eingin vandi var á ferð, sigur Sunleiv Højgaard, átaksleiðari hjá Skálafjarðar sløkkiliði.

Sandgrevstur  er í ferð við at byggja uppí bygningin sunnan fyri Nyk, tá ið ein pláta, var farin at loysna. Skálafjarðar sløkkilið var skjótt á staðnum og festi plátuna aftur, so takið er tryggjað. 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096