“Now I’m talking to Jesus”

“Now I’m talking to Jesus”
Eg eiti Joenna Finnsdóttir, eg eri 16 ár og eg eri trúgvandi. Eg havi gingið á møtið síðani eg var smágenta, og eg gangi enn á møti, tí eg elski tað
 
12.04.2021 - 11:11

Eg eiti Joenna Finnsdóttir, eg eri 16 ár og eg eri trúgvandi.  Mær dámar væl at syngja og at skriva sangir, tað er nakað, eg altíð havi brent fyri, eisini sum smágenta. Í løtuni leiti eg mær arbeiði, men eg gekk á Skúlanum á Argjahamri og bleiv liðug á sumri 2020.  

 

Hvat hevur gjørt, at tú hevur fingið so sterka trúgv?  

Eg havi upplivað nøkur ting í lívinum, har eg havi verið ræðuliga særd og frustrerað, og alla hesa tíðina havi eg sæð Guðs trúfesti, kærleika og troyst, og eg havi upplivað hansara nærveru, og hvussu nógv hann elskar meg.  

Ofta skilir tú ikki, hví summi ting henda, og tað er har, trúgvin kemur inn: At hava trúnna á, at Hann ger tað, sum er best, sjálvt um tað følist vónleyst, og at Hann er har og lyftir okkum upp. Eg havi sæð, hvussu fantastiskur Guð er gjøgnum Bíbliuna, mítt egna lív og gjøgnum lívið hjá øðrum.  

Eg trúgvi fult og sterkt uppá, at Guð er til, og at Hann elskar okkum. Lívið er ikki altíð lætt, og tað er har, eg upplivi, at Guð dregur meg tættari at Sær. Og í Honum finni eg frið, í Honum finni eg kærleika, og har finni eg virði.  

 

Hvussu hevur Guð hjálpt tær?  

Guð hevur hjálpt mær gjøgnum alt lívið, og um eg skal nevna eitt dømi, so er tað altíð eitt, sum eg komi í tankar um.  

Tað var, tá ið eg gekk í fólkaskúla. Eg stríddist nógv við at halda fast um tað, eg trúði uppá, og eg lat ofta meiningar hjá øðrum stýra mær, stýra, hvat eg gjørdi og trúði uppá. Men í øllum tí, so hjálpti Guð mær, Hann minti meg á, at Hann var har fyri meg.  

Sjálvt um eg gjørdi nógvar feilir, so minti hann meg á, at Hann elskaði meg enn. Hann hjálpti mær at standa sterkt við orð Sítt, at standa sterkt við, hvat Hann sigur um meg, og at ikki leggja so nógv í, hvat onnur hugsa ella siga um meg. Nú í dag leggi eg eiheldur so nógv í, hvat onnur siga ella hugsa, sjálvandi eru løtur, har eg hugsi um tað, men eg minni meg sjálva á, hvat Guð sigur um meg, og at tað er tað, sum passar.  

Hvat er tann besti parturin við at vera trúgvandi?  

Eg vildi sagt, at tann besti parturin við at vera trúgvandi, er, at eg kann totalt vera meg sjálv yvirfyri Guði, og at vita tað, at Hann elskar meg fyri, hvør eg eri. At kunna tosa við Hann, og hava samband við Hann. Hann kennir meg út og inn, og eg trúgvi, at har er eitt frælsi við at slappa av og bara vera teg sjálv, ikki at skula spæla sum um yvir fyri Guði. Hann tekur meg akkurát, sum eg eri, og hann elskar meg akkurát, sum eg eri.  

 

Er tað nakar ringur partur við at vera trúgvandi?  

Persónliga havi eg havt nakrar harðar tíðir. Eg havi upplivað, at fólk siga ymiskt, tá ið tey hoyra, at eg eri trúgvandi. Eg havi upplivað, at fólk niðurgera meg og halda meg vera løgna, tí at eg tosi við Guð, syngi um Guð, og tí at eg lesi í Orðinum. Men har fer altíð at vera onkur, sum hevur okkurt at siga, soleiðis er lívið bara, men tað forðar mær ikki, og tað broytir eiheldur mína meining um, hvør Guð er.  

Tað kann vera keðiligt til tíðir, men eg havi valt ikki at taka tað persónligt longur, tá fólk siga okkurt niðurgerandi um meg ella Guð.  
 

Tað kann vera keðiligt til tíðir, men eg havi valt ikki at taka tað persónligt longur, tá fólk siga okkurt niðurgerandi um meg ella Guð  


Hvussu er tað at vera ein virkin limur í City Church?  

Eg elski tað! City Church er ein samkoma, sum góðtekur teg akkurát sum tann, tú ert. Tað er ein fantastisk samkoma. Tað er ein æra hjá mær at kunna sleppa at vera ein partur av samkomuni.  

Eg eri eisini partur av lovsongsbólkinum, tað er fantastiskt at hava so nógv góð menniskju rundan um meg. Eg elski at tæna saman við menniskjum, og eg haldi, at tað er stuttligt at hava so góð vinfólk og at kunna tæna saman við teimum.  

 

Hví ert tú limur í City Church? 

Eg minnist enn fyrstu ferð, eg kom inn í City Church, eg minnist ta kensluna av, at eg kundi bara totalt slappa av og vera eg. Eg føldi meg heima, sjálvt um eg ikki kendi fólkini, so merkti eg, at tey øll vóru ein familja, og eg vildi eisini vera ein partur av tí familjuni. Eg havi ongantíð havt tað soleiðis, og tí visti eg, at eg var í tí røttu samkomuni. Har eru sjálvandi fantastiskar samkomur runt allar Føroyar, men eg føldi, at City Church var tað rætta staðið fyri meg. 

 

Hvat ger man, tá man er á møti í City Church?  

Møtini í City Church eru hvønn sunnudag kl 13:00, har hava vit so eisini online-møti, har vit hava eitt stream, sum tekur upp live, meðan møti er.  

Vit byrja við lovsangi, so fær man møguleikan at geva, sum er, tá ið man kann geva pengar til City Church, og so er ein tala, og so enda vit aftur við lovsangi. Aftaná er sum oftast drekkamuður niðriundir.  

Vit hava eisini møti fyri ungdóminum, sum eitur ELEVATION, tað er eitt fríggjakvøld um mánaðin. So hava vit eisini eina café eina ferð um mánaðin, har samlast ungdómurin, og vit bara hugna okkum saman við mati og borðspølum og práti.  

 

Tær dámar væl at syngja, hvussu hevur tú tað, tá ið tú syngur um Guð?  

Lovsangur er ein formur fyri tilbiðjan, og lovsangur hjálpur mær ofta at fáa fokus. Tað minnir meg um, at tað ikki snýr seg um meg, men at tað er Hann, tað snýr seg um, hvør Hann er, og hvat Hann hevur gjørt.  

Eg elski at syngja, og eg brenni nógv fyri lovsangi, tað er ein máti fyri meg at siga takk fyri alt tað, sum Guð hevur gjørt fyri meg.  

Tá eg ikki havi tað gott, so lovsyngi eg, tá eg havi tað gott, lovsyngi eg, tí tað er ikki um, hvussu eg havi tað, tað er um Hann. Tað minnir meg á, hvussu trúfastur Hann er, hvussu Hann kann brúka alt til tað góða.  

Fólk hugsa ofta, at tað snýr seg um, hvussu tú sjálv følir tað: “Hvussu følist tað at lovsyngja”... Men í endanum er tað ikki um, hvussu vit føla. Tí Hann er, hvør Hann sigur seg vera. Hóast vit ikki føla í løtuni, at Hann er góður, so broytir tað ikki, hvør Hann er. Hann er altíð góður. Okkara kenslur eru so svingandi og upp og niður. Men Hann broytist ikki.  

Hvat hopar tú stendir eftir teg, tá tú einaferð ikki ert her longur?  

Tað ljóðar super cliché, men eg leggi ikki só nógv í, um fólk minnast meg ella ei, men eg vóni, at tey minnast mína trúgv, og hvussu eg tænti Guði, at tey síggja Jesus í mær og verða eggjað til at venda sær til Hann í øllum, sum gongur fyri seg í lívinum.  

 

Hevur tú eina fyrimynd?  

Tað havi eg, og tað er mamma mín. Hon hevur altíð verið har fyri meg, og hon hevur altíð stuðla mær í øllum. Hon hevur loftað mær, tá ið eg havi havt brúk fyri tí á júst tann hátt, sum eg havi havt brúk fyri. Hon er absolutt fantastisk, og eg elski hana meir enn alt. Hon er ein so mega megnar kvinna, og tað er ein æra at vera dóttir hennara.  

 

Hevur tú ein yndissang? 

Mín yndissangur beint nú er ein, sum eitur “Talking to Jesus” hjá Elevation Worship, Maverick City Music og Brandon Lake. Sangurin er um at tosa við Jesus, akkurát, sum tú ert, og at siga alt, tú hevur uppá hjartað, tí Hann er okkara Faðir, og Hann elskar okkum og lurtar eftir okkum og leggur í okkum. 

 

Besta ráð tú hevur fingið?  

Tað besta ráðið, eg havi fingið, er, at tað ongantíð er sunt at sita inni við tingum, sum fylla nógv. At tað er okey, at ikki vera okey, og at tosa um tað við onkran, sum tú hevur álit á, og ikki at sita inni við tí. Tí tú endar bert við at pína teg sjálva. 
 

Tað besta ráðið, eg havi fingið, er, at tað ongantíð er sunt at sita inni við tingum, sum fylla nógv


Hvat ráð hevði tú givið til tín sjálvs, um tú møtti tær sum smágenta?  

Eg hevði sagt, at lívið er for stutt til at ganga og hugsa um, hvat fólk halda og hugsa. Og at tú ert nóg góð, akkurát sum tú ert at liva lívið fult út. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. juni
Morgunlestur leygardagur 22. juni 2024
176802
Fríggjadag 21. juni
RagnarRokk 20.juni 2024
176048
Fríggjadag 21. juni
Vikuskiftið 21 juni 2024
177095
Fríggjadag 21. juni
EM-tíðindi: 21. juni 2024
177079
Fríggjadag 21. juni
Morgunlestur fríggjadagur 21. juni 2024
176801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. juni
Veðrið - teknmálstulkað
177106
Fríggjadag 21. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
177105
Fríggjadag 21. juni
Veðrið
177099
Fríggjadag 21. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
177073
Mikudag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
176988