Danir gevast at koppseta við AstraZeneca

bannari
Danir gevast at koppseta við AstraZeneca
Orsøkin er, at samband er funnið millum koppingarevnið og álvarsligar fylgisjúkur
Danmark er fyrsta landið í heiminum, sum heilt gevst at brúka koppingarevni frá AstraZeneca
 
14.04.2021 - 14:14

Danmark gevst at brúka koppingarevni hjá heilivágsfyritøkuni, AstraZeneca.

Hesum boðaðu donsku heilsumyndugleikarnir frá á tíðindafundi, sum var liðugur fyri lítlari løtu síðani.

Avgerðin hjá donsku heilsumyndugleikunum kemur í kjalarvørrinum av, at samband er funnið millum koppingarevnið hjá AstraZeneca og álvarsligar fylgisjúkur, hóast hetta er sjáldsamt.

Tað segði Søren Brostrøm, stjóri í Heilsustýrinum, á tíðindafundinum fyri løtu síðani.

Tvær orsøkir

Tað eru tvær orsøkir til, at Danmark nú gevst at brúka koppingarevnið, siga donsku heilsumyndugleikarnir.

Onnur er,  at samband er funnið millum koppingarevnið hjá AstraZeneca og álvarsligar fylgisjúkur sum blóðtøppar, hóast tað er sjáldsamt.

Sambært stjóranum í Heilsustýrinum er tað "bara" ein av hvørjum 40.000 koppsettum, sum fáa álvarsligar fylgisjúkur.

Hin orsøkin er, at donsku heilsumyndugleikarnir vilja ikki taka nøkur óráð fyri, nú tamarhald er á smittugongdini í landinum.

Nýggjur koppsetingarkalendari

Donsku heilsumyndugleikarnir hava nú eisini kunngjørt ein nýggjan koppsetingarkalendara. Øll fólk í landinum, sum eru 50 ár og eldri, verða ætlandi liðugt koppsett síðstu vikuna í juni. Hetta eru tríggjar vikur seinni enn ætlanin var.

Danmark er fyrsta landið í heiminum, sum heilt gevst at brúka hetta slagið av koppingarevni, eftir at fleiri lond herfyri fyribils góvust at brúka tað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083